
Podgorica, Montenegro (Portalurin): Tað mesta av tíðindafundinum hjá Montengro var ikki skiljandi fyri okkum føroyingar. Nakrir spurningar vóru frá lokalu pressuni til venjaran Robert Prosinecki og Nikola Krstovic og síðani tveir á enskum. Spennandi áleyparin spælir til dagliga við Lecce í Serie A og hevur skorað seks landsliðsmál í 24 A-landsdystum.
Nikola Krstovic hevur sum heild góðar royndir móti føroyingum. Hann hevur spælt samanlagt fýra dystir í Conference League og á U21-landsliðnum móti føroyskum liðum og hevur skorað fýra mál: Tvey fyri slovenska felagið DAC Dunjaska Streda móti Víkingi í 2022 og tvey í 3-0 sigri hjá U21-landsliðnum á Gradski leikvøllinum Niksic í 2019 – hetta eru sami býur og sami leikvøllur, sum verða karmur um dystin í annaðkvøld.
Frá tí føroyska liðnum tann dagin er bert Petur Knudsen við á A-landsliðnum beint nú. Tá Kristovic skoraði fyri DAC Streda í 2. umfari 2022 – eitt á Tórsvølli og eitt í heimadystinum – var Bárður á Reynatrøð málverji, og í miðverjuni vóru Atli Gregersen og Gunnar Vatnhamar. 24-ára gamli áleyparin fer at royna at gera ”tað ónda” við hesar aftur í annaðkvøld. Hann vil sjálvandi sleppa undan at tapa móti Føroyum, sum hann gjørdi 13. oktobter 2020, tá Stefan Radosavljevic skoraði einsamalla málið á Svangaskarði í U21-landsdysti.
Sí eisini: Montenegro er heilt nýtt mótstøðulið í A-landsliðshøpi
Gunnar Vatnhamar og Atli Gregersen fegnast um sigurin í Armenia í november. Í morgin fara teir eftir stigum aftur á útivølli eystanfyri - fyri tveimum og ein hálvum árum síðani rendu teir seg eisini í Krstovic (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
Krstovic í dystinum móti Víkingi í Slovakia fyri tveimum og einum hálvum ári síðani
Uppá spurningin hjá Kringvarpinum - á enskum - um hvat hann væntar av føroyska liðnum í morgin, so sigur Krstovic, at takan helst verður um mótsstøðu við ágangandi og kropsligum verjuspæli. Hetta er tó nakað, ið honum dámar væl at møta: Krstovic staðfesti sínar góðu royndir móti Víkingi í 2022 og við U21-landsliðnum her á leiðini í 2019
Venjarin fekk sama spurning um, hvat tað er Montenegro kemur at møta í morgin:
- Vit hugdu eftir 2. hálvleiki av dystinum hjá tykkum í Kekkia beinleiðis. Tað sást týðiligt, at liðið hevur nakrar dygdir – millum annað í kontraspælinum og í deyðbóltunum. Hetta skulu vit vera til reiðar til í morgin.
Robert Prosinecki á dagsins tíðindafundi í miðstøðini hjá fótbóltssambandinum hjá Montenegro (Mynd: Sverri Egholm)
Høvuðsvenjarin hjá Montenegro er ikki ein og hvør í altjóða fótbólti. Robert Prosinecki spældi við Reyðu Stjørnu og síðani bæði Real Madrid og Barcelona í nítiárinum, umframt øðrum sponskum feløgum. Í 1998 var Prosinecki við at vinna søguliga bronsu við Kroatia til HM-endaspælið í Fraklandi Tekniskt gávaði miðvallarin skoraði tvey mál í endaspælinum – millum annað í bronsudystinum móti Niðurlondum.
Robert Prosinecki er framvegis tann einasti, sum hevur skorað fyri tvey ymisk landslið í HM-endaspølum (Kroatia, 1998 og Jugoslavia, 1990)
Sjey ár áðrenn HM-bronsuna skoraði hann sítt fjórða og seinasta landsliðsmál fyri Jugoslavia. Hetta var í heimadysti í Beograd, har Prosinecki sjálvur hevði heimavøll tá. Tað var 2-0 málið í 7-0 stórsigrinum móti Føroyum, sum tá var ógvuliga nýtt í altjóða fótbólti. Nú er hann 56 ár og skal í morgin klokkan 19.45 ro royna at koppa Føroyum sum venjari.
Tróndur Arge frá Kringvarpinum vildi vita, hvussu teir hjá Montenegro sóu uppá føroysku mótstøðuna (Mynd: Sverri Egholm)
-----------------------------------
Bólkur L
1. Montenegro 3 stig
2. Kekkia 3 stig
3. Kroatia 0 stig *
4. Føroyar 0 stig
5. Girbraltar 0 stig
*Ongan dyst spælt
Ovasta liðið eftir átta dystir kemur til HM-endaspælið í 2026. Tvey'arin endar í Play-off umfarinum
2. umfar - týsdagin 25.mars
Gibraltar - Kekkia
Montenegro - Føroyar
Báðir dystirnir byrja klokkan 19.45 føroyska tíð. Portalurin er á staðnum í Podgoricia og hevur ymiskt tilfar upp til dystin, undir honum og eftir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald