
Seinastu tíðina hevur roynda Stephanie Andersen staðið allarflestu minuttirnar fyri Ringkøbing, men í gjárkvøldið fekk Rakul Wardum møguleikan, tá oddaliðið Odense vitjaði. Odense vann, eins og í øllum hinum 23 landkappingardystunum í ár, men útiliðið hevði í 2. hálvleiki risatrupulleikar at skora móti føroyska landsliðsmálverjanum.
Rakul og Ringkøbing-verjan høvdu annars stórar trupulleikar í lívliga fyrra hálvleikinum. Odense skoraði 24 mál og var á odda við seks málum í steðginum.
22-ára gamal havnarkvinnan bjargaði fýra ferðir fyri steðgin, men eftir steðgin varð talan um heili tólv bjargingar, og Odense skoraði bert tíggju mál afturat. Harafturat var hennara bjargingarprosent í øllum 2. hálvleiki 67 prosent, sum er ógvuliga høgt.
Tað at Rakul Wardum pilkaði skot eftir skot, og at verjan órógvaði Odense meira og meira gjørdi, at Ringkøbing kom nærri - serliga móti endanum tá nummar 88 bara lat tvey mál inn uppá 17 og ein hálvan minutt og millum annað bjargaði brotskasti. Eisini fóru skot framvið, har skjúttar helst hava kent seg kroystar.
Hetta var tó heldur seint, og Odense avgjørdi endaliga í teimum báðum seinastu minuttunum. Eftir dystin varð føroyski landsliðsmálverjin heiðrað fyri sítt framúr avrik í 2. hálvleiki.
Rakul fær heiðurin sum dagsins spælari í Ringkøbing
Hon og verjan fingu veruliga tingini at sita eftir steðgin (Myndir: Ringkøbing Håndbold)
Rakul skal allarhelst standa allarflestu minuttirnar í teimum báðum HM playoff-dystunum hjá Føroyum móti Litava (9. og 13. apríl), nú Annika Fríðheim Petersen ikki er tøk, og tískil var tað umráðandi fyri Rakul Wardum at spæla ein slíkan dyst nú. Hon hevur eisini havt aðrar stórar dystir í Kvindeligaen í vetur, men sum nevnt hevur tað mest verið tíð á bonkinum seinastu tíðina.
Trý umfør eru eftir av grundspælinum í bestu donsku deildini. Ringkøbing skal, eftir øllum at døma, spæla í niðara endaspælinum og royna at sleppa undan niðurflyting. Liðið, sum Rakul Wardum hevur gjørt nýggjan tvey-ára sáttmála við, liggur nummar 10 av teimum 14 liðunum í løtuni.
Sí eisini: Rakul Wardum hevur longt við Ringkøbing
Sí eisini: Rakul Wardum verður serliga nýtt fyri sín x-factor
Rakul Wardum og Stephanie Andersen, sum millum annað hevur eitt danmarksmeistaraheitið á baki, tosa saman undir einum leikbrái í dystinum móti Viborg fyrst í mánaðinum (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald