
Hjá kvinnum fekk Fleyr tað í hús eftir tvær finalur móti SÍ. Eftir tvær finalur hjá monnum hava Mjølnir og SÍ vunnið hvør sína.
Sí eisini: Fleyr vann 3-2 á SÍ og er føroyameistari
Harvið er neyðugt við einari triðju og avgerandi finalu. Setningurin er einfaldur: Vinnarin verður FM-vinnari 2024/2025.
Mjølnir hevur havt heitið seinastu seks árini. Men sum Flogbóltssambandið vísir á:
- Mjølnir kann vinna sítt sjeynda føroyameistaraheiti á rað. So skal Mjølnir gera tað, sum einki annað manslið hevur gjørt fyrr, og tað er at vinna meistaraheitið eftir at hava tapt fyrstu finaluna.
SÍ vann grundspælið. Liðið vann eisini fyrstu finaluna, sum var á Giljanesi. Hetta er tó ikki ein risastórur heimavallarfyrimunur til triðju finaluna, sum fólk úr Norðuroyggjum eisini koma til. Høllin í Sørvági er ikki góðkend til finalur.
Lagt er upp til ein spennandi gulldyst, sum byrjar klokkan 19. Televarpið vísir dystin.
Les eisini: Avgerandi FM-brakið á Giljanesi í kvøld
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald