Fótbóltur

HB-liðformaðurin hevur fingið lutfalsliga góð boð

Varð borin av vøllinum í Montenegro týskvøldið. Nú er greitt, at talan verður um steðg í 3-5 vikur hjá Viljormi Davidsen. Hælsinan hevur ikki fingið skaða - talan er um fipurskaða.

Viljormur fekk ikki runnið meira ella sum so sett vinstra beinið til. Hann missir nakrar týðandi dystir hjá HB men skal ikki sita uttanfyri í so langa tíð (Mynd: Sverri Egholm)

Viljormur fekk ikki runnið meira ella sum so sett vinstra beinið til. Hann missir nakrar týðandi dystir hjá HB men skal ikki sita uttanfyri í so langa tíð (Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-27 16:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað sá alt annað enn gott út, tá Viljormur Davidsen miðskeiðis í 2. hálvleiki noyddist at leggjja seg niður í bleyta grasið í Montenegro.

Føroyski liðformaðurin á degnum merkti brádliga eitthvørt aftanfyri skinnabeinið og fekk ikki runnið - vinstri bakkurin fekk heldur ikki sett sítt vinstra bein til.

33-ára gamli verjuspælarin úr Saltangará varð borin av vølli í sínum landsdysti nummar 86, og Viljormur var á høkjum aftaná dystin og á heimferðini í gjár.

[object Object]
Fysioterapeuturin Álvur Hansen og ein vaktur í Niksic hjálpa Viljormi Davidsen uppá pláss á føroyska bonkinum nakað eftir útskiftingina (Mynd: Sverri Egholm)

Man var eitt sindur stúrin um, at talan var um ein skaða í hælsinuni. Ikki at hon var heilt slitin, men at talan fór um at verða um ein skaða, ið kundi varða nakrar mánaðar.

Viljormur Davidsen var til skanning í dag, og har vóru boðini lutfalsliga góð. Einki í hælsinuni hevði fingið skaða. Talan er um eina fipurspreinging í tjúkkanum.

Hetta merkir, at HB-liðformaðurin skal sita uttanfyri í 3-5 vikur - umleið ein mánaða. Hetta kundi verið verri, men Viljormur verður so ikki við í 3-4 landskappingardystir í minsta lagi.

Millum annað stendur hann at missa steypadystin móti KÍ 7. apríl, grannauppgerðina móti B36 13. apríl og so helst eisini landsdkappingardystin  móti KÍ 17. apríl.

Júst KÍ fekk eisini sítt at hugsa um eftir landsliðsferðina. René Shaki Joensen noyddist eisini út í Montenegro við trupulleikum í lærkrikanum, og skal tí helst sita uttanfyri nakrar dystir. Ivamál er helst eisini um Hall Hansson, sum vegna reaktión í knænum ikki varð mettur at vera nóg birgur til dystin týskvøldið.

[object Object]René Shaki Joensen setti seg á vøllin tíðliga í 2. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder