
Í gjár var Varpið í Klaksvík karmur um søguligt lutakast fyri føroyskan fótbólt, tá landsliðs- og KÍ-legendan Rannvá Biskopstø Andreasen, stóð fyri lutakastinum til EM-endaspælið fyri U17-gentur.
Ongantíð áður hava Føroyar hýst slíkum endaspæli, sum man skal í døgunum 4. til 17. mai. Sjey onnur lið koma til landið, og talan verður um nógva fyriskipan hjá FSF.
Tað er greitt, at føroysku U17-genturnar fara at hava ógvuliga tungar uppgávur móti teimum fremstu londunum í Evropa, sum hava spælt seg til hetta endaspælið.
Føroyar komu í bólk A, saman við Hollandi, Eysturríki og Noregi.
U17 EM fyri gentur - Føroyar, mai 2025:
Bólkur A
Føroyar
Niðurlond
Eysturríki
Noreg
Bólkur B
Spania
Italia
Pólland
Frakland
Greitt er nú eisini, hvørjar leikdagar verða nýttir, og hvør spælir nær - og hvar. Djúpumýra í Klaksvík og Tórsvøllur í Tórshavn eru leikvallirnir.
Byrjanardysturin verður við Djúpumýru seinnapartin sunnudagin 4. mai, tá Eysturríki og Niðurlond hittast. Sama kvøldið spæla Føroyar og Noreg á Tórsvølli.
Føroysku genturnar spæla aftur mikudag, í Klaksvík, og leygardagin 10. mai á Tórsvølli.
Dystarskráin sambært fsf.fo
Sunnudagin 4. mai
Kl. 15:00 Eysturríki – Niðurlond (á Djúpumýru)
Kl. 18:00 Føroyar – Noreg (Tórsvøllur)
Mánadagin 5. mai
Kl. 15:00 Pólland – Italia (Tórsvøllur)
Kl. 18:00 Spania – Frankaríki (á Djúpumýru)
Mikudagin 7. mai
Kl. 15:00 Niðurlond – Noreg (Tórsvøllur)
Kl. 18:00 Føroyar – Eysturríki (á Djúpumýru)
Hósdagin 8. mai
Kl. 15:00 Italia – Frankaríki (Tórsvøllur)
Kl. 18:00 Spania – Pólland (á Djúpumýru)
Leygardagin 10. mai
Kl. 15:00 Niðurlond – Føroyar (Tórsvøllur)
Kl. 15:00 Noreg – Eysturríki (á Djúpumýru)
Sunnudagin 11. mai
Kl. 15:00 Italia – Spania (Tórsvøllur)
Kl. 15:00 Frankaríki – Pólland (á Djúpumýru)
Hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 14. mai, og finalan verður leygardagin 17. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald