
Danski hondbóltspælarin Mathas Gidsel er heimsins besti hondbóltsspælari hjá monnum.
Altjóða hondbóltssamgongan IHF hevur annað árið á rað kosið 26 ára gamla mannin úr Skjern til besta hondbóltsspælara.
Týski málmaðurin Andreas Wolff og spanski bakspælarin Alex Dujshebaev vóru eisini tilnevndir til stóra heiðurin.
Mathias Gidsel er liðfelagi hjá Hákuni West av Teigum í týska høvuðsstaðarfelagnum Füchse Berlin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald