
Nú landsliðssteðgurin er av, er aftur fult umfar í Betrideildini. Talan er um triðja umfar. Teir fimm dystirnir eru nakað spjaddir út yvir dagin.
Betrideildini, 3. umfar
Sunnudagin 30. mars
14.45: TB - B36
15.00: KÍ - EB/Streymur
15.00: Víkingur - 07 Vestur
17.00: HB - FC Suðuroy
19.00: NSÍ - B68
Støðan eftir tvey umfør:
1. NSÍ 6 stig
2. KÍ 6 stig
3. HB 6 stig
4. EB/Streymur 4 stig
5. B68 3 stig
6. TB 2 stig
7. Víkingur 1 stig
8. B36 0 stig
9. 07 Vestur 0 stig
10. FC Suðuroy 0 stig
Allir dystirnir hava ymisk áhugaverd viðurskifti. Tað er framvegis tíðliga í kappingarárinum, og dystarsteðgurin seinastu tvær vikurnar kann eisini hava havt sína ávirkan.
NSÍ, KÍ og HB eru liðini við fullum stigatali, og eru tað serliga tey, sum skulu royna at halda gongdini.
Til ber at fylgja við gongdini í øllum dystunum ovast á portal.fo. Har kann man trýsta seg inn á einstakar dystir og síggja meira. Dystirnir síggjast annars á Televarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald