
1999 var eitt gylt ár hjá KÍ. Fyri fyrstu ferð í 32 ár vann besta mansliðið greipuna. Síðani kom ein steypaturkur hjá monnunum, og tað byrjaði við einari vánaligari byrjan í ár 2000.
Við líknandi liði men nýggjum høvuðsvenjara fann KÍ ikki stevið fyrstu dystirnar, og tað var ikki fyrrenn í 5. umfari, at liðið vann sín fyrsta dyst.
Úrtøkan eftir fýra umfør var tvey stig, og liðið úr Klaksvík lá nummar átta.
25 ár seinni eru verandi føroyameistararnir á 9. plássi við tveimum stigum eftir fýra umfør.
Sí eisini: Víkingur er undir niðurflytingarstrikuni
Í 2024 tapti Víkingur bert tveir landskappingardystir og spældi ein javnleik - hinir 24 endaðu við sigri. Eftir fýra umfør í 2025 hevur Víkingur tvey tap og tveir javnleikir.
Víkingur hevur mist nakrar spælarar, Mest eyðsæð Geza David Turi, sum er farin til enskan fótbólt, men millum annað eisini Finnur Justinussen. Málrevurin er givin.
Liðið hjá Jóhan Petur Poulsen kennir ikki heilt sínar vitjunartíð í dystum í løtuni: Serliga hetta við at skora uppá møguleikarnar. Eitt mál í fýra dystum sigur sína søgu - skarpleikin vantar av álvara, tí málmøguleikar eru har.
Nakrir skaðar og annað raka eisini liðið í Sarpugerði. Serliga er tað í verjuketuni, har tríggir av teimum føstu nú eru úti (Ari Olsen, Arnbjørn Svensson og Bergur Gregersen). Umframt hetta er Signar á Brúnni burtur, í mun til í fjør.
Sí eisini: Bergur Gregersen breyt beinið
HB í 2007 og EB/Streymur í 2013 eru dømi um lið, sum eftir eitt meistaraheitið árið fyri eru komin illa frá byrjan. Tað er tó ikki hent síðani ár 2000, at eitt meistaralið í bestu mansdeildini er byrjað við fýra dystum uttan sigur.
Í fjør vann Víkingur sínar fyrstu átta dystir og endaði við heili 73 stigum og einum sannførandi FM-heiti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald