Fótbóltur

Eitt stórt steypakvøld fyri framman

Risauppgerðir millum HB og KÍ og Víking-NSÍ í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið. Hesir dystirnir byrjar klokkan 18.30. Tríggir aðrir dystir verða spældir - til ber at fylgja við á Portalinum.

Í fyrsta umfari í fjør vann HB á KÍ í Klaksvík - í kvøld taka steypavinnararnir móti teimum kongabláu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í fyrsta umfari í fjør vann HB á KÍ í Klaksvík - í kvøld taka steypavinnararnir móti teimum kongabláu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-07 12:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eingin Betrideildarfótbóltur hevur verið um vikuskiftið. Spælararnir hava løtt battaríni til 1. umfar í steypakappingini. Størsti parturin av hesum sjey dystunum eru í kvøld

1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið.
Í dag, mánadagin 7. apríl

17.30: 
Skála-TB
AB-FC Suðuroy

18.30: 
Víkingur-NSÍ
HB -KÍ
07 Vestur - B36

Mikukvøldið spæla FC Hoyvík og B71 umframt B68-ÍF.

Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum ella á roysni.fo. Televarpið vísir allar dystirnar

Tað er eingin ivi um, at størstu dystirnir eru í Gundadali og í Sarpugerði. Har hittast "topp-fimm lið". Tað merkir, at tvey av teimum á pappírinum sterkastu liðunum í steypakappingini longu fara út í kvøld.

KÍ er farið úr steypakappingini í fyrsta umfari í fýra av teimum seinastu fimm árunum. Í fjør var tað HB, sum sló KÍ út í Klaksvík - seinni gjørdist liðið hjá Adolfo Sormani steypavinnari. HB hevur vunnið kappingina tvey ár á rað og fýra ferðir seinastu seks árini.

[object Object]

[object Object]
HB byrjaði steypaárið í fjør við sigri í Klaksvík og endaði tað við sigri í storminum á Tórsvølli eftir brotssparkskapping. Nú skal HB aftur royna at verja Løgmanssteypið - tó uttan Teit Matras Gestsson (Mynd: Sverri Egholm) 

Víkingur vann í 2022  Løgmanssteypið fyri sættu ferð í stutt søgu felagsins. Í ár hava eysturbúgvar ongan dyst vunnið og hava ymiskar trupulleikar verið. Steypakappingin kann verða ein nýggj byrjan hjá Víkingi, men so skal liðið hjá Jóhan Petur Poulsen framvið NSÍ, sum hevur verið flúgvandi higartil í 2025. Í síðsta mánaða vann NSÍ 3-0 á Víkingi í Sarpugerði.

Hesir dystirnir byrjar klokkan 18.30. Tríggir aðrir dystir verða spældir, og allir kunnu eisini verða ógvuliga tættir og spennandi. Uppflytararnir í Betrideildini, TB og FC Suðuroy, vitja á útivølli hjá ávikavist Skála og AB. B36 er ein favorittur móti Dan Brimsvík og 07 Vestur í Sørvági.

Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum ella á roysni.fo. Televarpið vísir allar dystirnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder