Hondbóltur

Video: Ikki vist at Súna fær spælt

- Tað er hart at sita uttanfyri, sum eg havi gjørt seinastu tíðina, men vit taka tað dag fyri dag. - Dreymurin er HM, og vit skulu gagnnýta tað, at vit eru skjótari enn tær hjá Litava sigur spælarin við stressbroti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-04-07 22:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hon spældi í øllum trimum dystunum í EM-endaspælinum, men í tveimum mánaðum undan tí og í størsta partini av tíðini síðani hevur Súna Krossteig Hansen ikki spælt fyri Skanderborg.

24-ára gamla havnarkvinnan hevur seinastu tíðina hugt at, meðan liðið hevur roynt at í fyrstu syftu bjarga sær í fremstu donsku deildini.

- Tað hevur verið ógvuliga hart, men tað eydnaðist, og tað - umframt spennandi landsdystir - geva mær motivatión.

Sí eisini: Føroyingafeløg sluppu undan niðurflyting

Súna Krossteig Hansen skuldi møguliga spæla í lagnudystinum hjá Skanderborg leygardagin. Hon hevur vant í seinastuni og vandi eisini eina løtu í kvøld. Tó er støðan til dystirnar móti Litava í vikuni ógvuliga ivasom.

- Eg veit ikki heilt enn, um eg fari at spæla nakað serligt. Vit taka tað dag fyri dag og venjing fyri venjing nú. Eg verði so við á bonkinum, staðfestir Súna Krossteig Hansen fyri Portalinum.

Sí eisini: Lagnudysturin um HM-pláss nærkast (Myndir)

[object Object]

Okkurt bendir á, at Súna fer at spæla nakað í verjuni men ikki í álopinum. Men hvat er tað, sum bagir kvika bakspælaranum?

- Eg beklaði ógvusliga í september. Eg byrjaði heldur tíðlig at venja aftur og havi so fingið eitt stressbrot. 

Í slíkum førum er ikki serliga vist, hvussu leingi tað tekur at lekja, ella hvussu nógv fótur og fótliður tola.

Súna K. Hansen roynir tó at hugsavna seg um tað jaliga og um Litava: 

- Eg haldi, at vit liggja væl til Litava. Vit skulu gagnnýta tað, at vit eru skjótari enn tær.

Hoyr alla samrøðuna við Súnu K. Hansen ovast - sí eisini: Maria Nólsoy: - Ógvuliga spennandi við nærum útseldari høll

Fyrri dysturin byrjar klokkan 19 mikudagin. Seinni dysturin verður spældur í Litava sunnudagin og samanlagdi vinnarin kemur til HM-endaspælið. Portalurin fylgir gongdini hesar næstu dagarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder