
2.600 atgongumerki eru farin, og harvið verður tað greitt met í morgin, í mun til ein kvinnulandsdyst í Føroyum.
Fyrri dysturin móti Litava hesa vikuna verður tann fyrsti HM play-off dysturin (røkkstøkkdysturin) nakrantíð hjá føroysku kvinnunum. Áður hava Føroyar spælt í 1. umfari í kappingini - har Litava kemur frá nú.
Føroyar vunnu á júst Litava í 1. umfarinum av HM-undankappignini í 2018. Í apríl 2025 fer samanlagdi vinnarin víðari til HM-endaspælið í vetur.
Føroyar standa sum favorittar, hóast man er uttan nakrar lyklaspælarar. Ein av týðandi spælarunum verður helst millum lítið og einki at síggja í álopinum í øllum førum.
Súna Krossteig Hansen vandi meira við í dag við Tjarnir, men tað var bert í verjuni og í kontraspælinum. Her er 24-ára gamla havnarkvinnan eisini sterk, men vegna stressbrot í fótinum verða tað helst aðrar, sum skulu fáa ferð og góðsku í álopsspæli.
Sí eisini: Ikki vist at Súna fær spælt
Tað er týðandi at fáá eitt gott útgangsstøði, og føroyska liðið hevur seinastu dagarnar arbeitt við at fáa smálutirnar at sita. Til venjingina í dag var tað serliga í verjuspælinum, har man fyrireikar seg uppá serliga langskot, og í kontraspælinum, har Føroyar fer at royna at fáa nógv "løtt mál".
Sí myndir, sum Sverri Egholm tók við Tjarnir, niðanfyri:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald