
Fyrri hálvleikur við Tjarnir gjørdist eitt sindur rótutur. Nógv mistøk í spælinum.
At byrja við fingu litavisku kvinnurnar eina klára yvirvág í spælinum.
Men sum fráleið fingu føroysku kvinnurnar stýr á verjuna og fingu forða teimum nakað størri litavunum at sleppa upp at skjóta.
Eftir at hava verið aftan fyri við einum og tveimum málum tað mesta av hálvleikinum, bardu føroysku kvinnurnar seg upp á javnleik miðskeiðis í hálvleikinum.
Ikki minst takkað verið eini ógvuliga sterkari verju. Brynja Høj og Pernille Brandenborg stríðast sum risar í verjuni.
Við hesum rendi Litava seg eisini inn í ein málturkur, sum vardi einar 6-8 minuttir, og Føroyar stríddu seg til eina alt størri leiðslu.
Við taktiskum snildni eydnaðist tað Føroyum at koma upp á eina fýra máls leiðslu, tá dómararnir blástu til hálvleiks
15-11 til Føroyar – vit eru ávegis til HM í november!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald