Hondbóltur

Føroyar fillaðu Litava við 10 málum

Við so stórari leiðslu hava vit meira enn annað beinið í HM-endaspælinum í Niðurlondum og Týsklandi í vetur.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-09 20:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti hevur eitt gott útgangsstøði undan dystinum í Litava sunnudagin.

Hinar skulu vinna við meira enn 10 málum, um tær skulu forða okkara røsku og dugnaligu hondbóltskvinnum at koma til HM-endaspæli í Niðurlondum og Týsklandi í november og desember.

Tað má sigast at vera eitt rættiliga gott útgangsstøði til at gerast fyrsta liðið, sum luttekur í eini HM-kapping.

Føroyska spælið var eitt sindur trilvandi og ikki heilt sannførandi í byrjanini av dystinum.

Við fleiri góðum langskotum eydnaðist tað litaviska liðnum at koma framum, meðan føroyska álopið var meira óeffektivt.

Men føroysku kvinnurnar funnu loysnirnar. Fingu vart fyri litavisku langskjúttunum, og harvið tamarhald á dystinum. Komu upp á javnleik, og arbeiddu seg so stútt og róligt til eina fýra máls leiðslu í hálvleikinum, 15-11.

Í øðrum hálvleiki var tað so at siga ongantíð ivi um, hvat var besta liðið á vøllinum, hóast Litava at byrja við fekk fleiri lættvunnin mál. Men okkara kvinnur fylgdu við, og sum frá leið fór føroyska leiðslan av vaksa stútt.

Sum ikki einaferð var tað Jana Mittún, sum gekk á odda, og hon var eisini uppiborið kosin til dagsins føroyska leikara.

Men eisini Maria Pálsdóttir Nólsoy spældi ein góðan dyst við fleiri góðum gjøgnumbrotum.

Málverjarnir Rakul Wardum og seinni Silja Arngrímsdóttir Müller fingu ikki víst tað stóra í fyrra hálvleiki. Men í seinna hálvleiki bragdaði hjá Rakul, og hon eigur eisini sín uppiborna lut í at sigurin gjørdist so stórur.

Føroyska verjan var so mikið góð, at litavar ikki funnu loysnirnar at fáa mál. Tær royndu og royndu, men tað var bara hendinga ferð móti endanum av dystinum, at bólturin fór aftur um Rakul í málinum.

Tá litavar so royndi seg við at fara heilt fram at standa ímóti føroyska álopinum, gekk heilt galið hjá teimum, og Føroyar tryggjaðu sær ein lættvunnan sigur og eitt framúr útgangsstøði til returdystin, sum verður í Jonavos Sporto Arena í Jonava sunnudagin kl. 14 okkara tíð.

Fyrri HM-play off dysturin (røkkstøkkdystur)
Mikudagin 9. apríl við Tjarnir
Føroyar – Litava 36-26 (15-11)

Dystargongdin:
5 min: 2-2
10 min: 4-6
15 min: 7-8
20 min: 9-9
25 min: 11-10
30 min: 15-11
35 min: 17-15
40 min: 23-18
45 min: 26-20
50 min: 28-21
55 min: 33-24
60 min: 36-26

Føroysku málskjúttarnir:
Jana Mittún 9 mál
Maria Pálsdóttir Nólsoy 6 mál
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 4 mál
Marita Mortensen 3 mál
Karin Egholm 3 mál
Pernille Brandenborg 3 mál
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3 mál
Rannvá Olsen 2 mál
Fríða Nolsøe Olsen 2 mál
Elsa Egholm 1 mál


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder