Annað

Altjóða dartkappingar í Glasir um vikuskiftið

Fleiri útlendskir toppspælarar koma til Føroyar nú kappingin er hækkað í tign.

2025-04-10 08:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Umstøðurnar at halda slíkar kappingar á Glasi eru sera góðar og talið av luttakarum er eisini tað hægsta nakrantíð til hesar kappingarnar. Higartil hava 167 leikarar meldað til, og merkisvert er, at fyri fyrstu ferð er talið av útlendskum leikarum hægri enn talið av føroyingum. Útlendsku leikararnir koma úr níggju ymiskum londum.

Sterk kapping

Fríggjadag verður kappast í tvímansleiki. Leygardag og sunnudag eru kappingar í einmansleiki hjá kvinnum, monnum og unglingum. Kappingin sunnudag, er farin eina kategori upp í “tign” so at talan nú er um eina silvur-kapping. Hetta hevur eisini havt við sær, at betri útlendskir dartspælarar hava valt at koma til Føroya í ár.

Hjá monnum eru til dømis nummar 1 í Íslandi, nummarr 1 í Svøríki, nummarr 2 í Týsklandi, nummarr 2 í Skotland, nummarr 5 í Onglandi og nummarr 2 í Niðurlondum við. Hjá kvinnum er eisini talan um kvalitetsluttøku. Til dømis eru nummarr 1 í Íslandi, Svøríki, Danmark og Niðurlondum við.

Og serliga nummarr 1 í Niðurlondum, Lerena Rietbergen, er ein spennandi leikari at hava fingið við til Føroya. Hon er í løtuni nummarr 3 á heimssstykilistanum, og hevur seinasta hálva árið vunnið seks altjóða kappingar, umframt at hon gjørdist nummar 3 til HM í Lakeside í desember.

Og júst kvalifikatións-stigum til HM er tað, sum teir bestu útlendsku leikararnir koma eftir. Og við tað at Tórshavn Open nú er farin frá bronsu- upp til silvur kategori, so tvífaldast kvalifikatións-stigini, sum eru uppá spæl.

[object Object]

Unglingar fyri fyrstu ferð

Í ár verður kappingin fyri unglingar fyri fyrstu ferð eisini altjóða skrásett. Tað eru ikki so nógvir útlendskir leikarar við hjá unglinum, men hinvegin hava nógvir føroyskir unglingar meldað til. Unglinga-dart hevur verið í støðugari menning hetta seinasta árið, og fleiri feløg hava lagt nógva orku í at skipað venjingarnar hjá ungdóminum betri.

Og hetta gevur nú eisini úrslit, við tað at tað legst aftrat fyri hvørja kapping, sum verður hildin í Føroyum. Og tí er tað gleðiligt, at hesi ungu nú eisini fáa roynt seg í altjóða kapping.

Kringvarpið stroymir

Høllin á Glasi er karmur um størsta partin av kappingunum, og har verða 44 dartbanar settir upp.

Hálvfinalur og finalur verða spældar í atrium, har góður møguleiki er hjá áskoðarum fyri at hyggja eftir dart á altjóða stigi. Fyriskipararnir gera nógv burturúr við ljósi, ljóði og stórskíggja.

Kringvarpið fer eisini at stroyma frá avgerðandi dystunum, hetta verður leygarkvøldið frá kl 19 og sunnudagin frá kl 16.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder