Hondbóltur

Fyrstu FM-hálvfinalurnar verða spældar í kvøld

StÍF tekur móti Kyndli klokkan 18, og H71 vitjar í Vestmanna klokkan 20. Til ber at fylgja gongdini á forsíðuni á Portalinum.

VÍF og H71 spældu í steypafinaluni í februar, har hoyvíkingar vóru omaná - nú skulu vestmeningar royna at løna teimum aftur við at koma í finaluna (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

VÍF og H71 spældu í steypafinaluni í februar, har hoyvíkingar vóru omaná - nú skulu vestmeningar royna at løna teimum aftur við at koma í finaluna (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-04-10 12:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru nú fýra lið eftir í FM-stríðnum hjá monnum. Talan er um tey fýra liðini, sum endaðu í topp-fýra í grundspælinum.

StÍF og H71 vunnu sínar fjórðingsfinalur á heimavølli í síðstu viku og skulu nú royna seg móti ávikavist Kyndli og VÍF.

[object Object]

Skíggjamynd: HSF

Lagt er upp til spennandi uppgerðir. Í hálvfinalunum verður spælt fyrst upp í tveir sigrar - møguliga best av trimum.

Til ber at fylgja gongdini ovast á portal.fo - og á roysni.fo. Dystirnir kunnu síggjast á live.hsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder