Í gjár spældi føroyska kvinnulandsliðið á fyrsta sinni heimadyst við Tjarnir. Í morgin, fríggjadagin 11. apríl, koma atgongumerkini til annan dystin hjá monnum í nýggju stórhøllini til sølu.
Sí eisini: Myndir: Hetta er háborg føroyinga
Talan er um dystin í seinasta umfari í undankappingini til EM 2026. Tað kann verða neyðugt hjá Føroyum at fáa stig í hesum dystinum fyri at tryggjað sær atgongumerki til Oslo.
Hondbóltssamband Føroya upplýsir, at klokkan 10 fríggjadagin 11. apríl koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá monnum millum Føroyar og Ukraina til sølu. Dysturin verður sunnudagin 11. mai klokkan 17 Við Tjarnir.
- Hetta er seinasti og avgerandi dysturin í EM-undankappingini til EM 2026. Alt kann enn henda í bólki 6, har øll liðini enn hava møguleikan at vinna bólkin. Føroyar spæla fyrst útidystin í Kosovo hósdagin 8. mai, og koma síðani heim til Føroyar til seinasta dystin í bólkinum, sunnudagin 11. mai.
Hóast túsundatals føroyingar longu hava skrivað seg uppá til Oslo-túr í januar, so er eigin vissa fyri enn, at Føroyar koma til EM. Liðið er nummar eitt í bólkinum og fer eftir at enda nummar eitt, men tað er so mikið tætt, at um heilt illa vil til í mai, so enda Føroyar aftast.
Tað verður kanska ikki eitt krav um sigur fyri at røkka EM-plássi, eins og tað var í apríl 2023, men Føroyar skulu møguliga hava stig fyri at sleppa til Noregs. Ein bólkasigur kann framvegis vera ein góður møguleiki tá eisini (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Í mesta lagi seks atgongumerki - víðarisølu fyri vinning kann verða meldað
Tað verða upp ímóti 2.500 atgongumerki, sum verða sett til sølu í morgin. Talan er um bæði siti og standipláss.
- Sitipláss eru atgongumerki, har setrini eru talmerkt, meðan standipláss eru atgongumerki, har ein kann standa í økinum kring gyrðingina handan áskoðaraplássini. Børn undir skúlaaldur slappa ókeypis inn, men mugu tá sita hjá einum vaksnum. Um tey ynskja egið setur krevur hetta atgongumerki.
Møguleiki verður at keypa í mesta lagi seks atgongumerki í hvørjum keypi, skrivar HSF. Seinast varð alt útselt eftir nøkrum minuttum.
Ein trupulleiki til dystin móti Niðurlondum í mars var søla á svarta marknaðinum. Tí ger Hondbóltssambandið nú greitt áðrenn, at Atgongumerki, ið verða seld øðrum oman fyri ásetta virði, verður mett at vera svartabørshandil. Svartabørshandil kann verða meldaður til løgregluna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald