Hondbóltur

StÍF og H71 hava nú finalufyrimun

Eftir 29-25 sigrarnir á ávikavist Kyndli og VÍF í kvøld, kunnu hesi liðini spæla seg í FM-finalurnar við at sigra aftur sunnudagin. Ungir spælarar gjørdu vart við seg.

19-ára gamli Høgni Heinason var flúgvandi fyri H71 í kvøld (Mynd: EHF)

19-ára gamli Høgni Heinason var flúgvandi fyri H71 í kvøld (Mynd: EHF)

2025-04-10 22:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrstu hálvfinalurnar í Burn-deildini vórðu spældar í kvøld. Í báðum førum vann liðið, sum eisini vann fjórðingsfinalu síðsta vikuskiftið - liðini sum høvdu fríumfar vegna endaúrslitið í grundspælinum taptu.

Liðið hjá Kyndli sá heldur rustað út á Skála, og tað tók sjey minuttir, til teir grønu skoraðu. Útiliðið fekk bert níggju mál móti væl sterkaru StÍF'arunum fyri steðgin. Tað var betri hjá Kyndli fyrstu tjúgu minuttirnar í 2. hálvleiki, og tað var minus tvey nakrar ferðir. Men so skoraði Jóannes Prestá úr ógvuliga spískum, tá átta og ein hálvur minutt var eftir, og StÍF fekk flogið aftur.

Trúgvi Hávardsson spældi ein frálíkan dyst, og uppaftur yngri strandingurin Pauli Rasmussen varð toppskjútto við sjey málum. Torkil Debes Dahl av Oyrabakka var eisini ógvuliga tryggur við brotskøstunum, og við skjótum spæli og sterkum verjuparti vann StÍF uppiborið 29-25.

[object Object]
Trúgvi Hávardsson gav Kyndil nógvar trupulleikar (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

Trýst er á Kyndli og VÍF til sunnudagin. Vestmenningar vóru annars líka omaná fyrsta korterið í Hoyvík við effektivum spæli, men so tók H71 yvir og slepti ikki takinum. 

Tað var serliga spælskiparin Høgni Heinason, sum var í hopla. Hann varð toppskjútti við átta málum, og hevði Høgni eisini rúgvu av fríspælingum - í 2. hálvleiki var tað millum annað til sterka strikuspælaran Sakaris Sakarisson. VÍF fekk ikki tamarhald á tí, og tá so hoyvíksverjan var stinn, og Ingi Johannesen kom inn við stórbjargingum, var ikki nógv at gera.

Tað gjørdist ikki veruligur spenningur í seinastu løtuna í báðum hallunum, men lagt er upp til tvey brak sunnudagin, tá VÍF og Kyndil skulu royna at javna røðirnar og syrgja fyri hálvfinalu nummar trý.

Fyrstu FM-hálvfinalurnar hjá monnum
Hósdagin 10. apríl

StÍF - KÍF 29-25 (15-9)
Sí meira um dystin her

H71 - VÍF 29-25 (16-13)
Sí meira um dystin her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder