
Sum væntað var tað trupult hjá IK Sävehof í Ystad í fyrstu SM-hálvfinaluni.
Verandi svensku meistararnir vanta nakrar profilar frá í fjør, og nógv hongur á Óla Mittún. 19-ára gamli føroyingurin varð toppskjútti í grundspælinum og gjørdi stóran mun móti Karlskrona í fjórðingsfinaluni.
Í gjárkvøldið var Ystads-verjan ágangandi móti nummar 78, ið hevði tað trupult. Óli skoraði tvey mál uppá seks skot.
Ísak Vedelsbøl fekk eitt mál uppá tvey skot.
Sävehof-verjan fekk tað ikki at rigga móti Niclas Ekberg.og teimum, og 36 mál fóru inn - 18 í hvørjum hálvleiki.
Eftir 18-12 í 1. hálvleiki kom sigurin hjá favorittunum ongantíð í vanda, og Ystads IF vann við níggju málum: 36-27.
Fyrsta liðið at vinna tríggja hálvfinalur í Svøríki kemur í finaluna. Harvið skulu Ísak, Óli og teir helst reisa seg á heimavølli mánakvøldið í hálvfinalu nummar tvey, um Sävehof skal hava veruligan møguleika at endurvinna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald