Hondbóltur

HSF og Føroya Banki longt samstarvið

Føroya Banki hevur verið høvuðsstuðul hjá Hondbóltssambandinum seinastu níggju árini, og tað verður eisini galdandi komandi tvey árini.

Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum, og Rúna N. Rasmussen, marknaðarleiðari í Føroya Banka, undirskrivaðu fyrradagin stuðulsavtalu fyri komandi tvey árini (Mynd: Sverri Egholm)

Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum, og Rúna N. Rasmussen, marknaðarleiðari í Føroya Banka, undirskrivaðu fyrradagin stuðulsavtalu fyri komandi tvey árini (Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-11 19:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hondbóltssambandið og høvuðsstuðulin seinastu níggju árini, Føroya Banki, hava longt samstarvið.

Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum, og Rúna N. Rasmussen, marknaðarleiðari í Føroya Banka, undirskrivaðu fyrradagin stuðulsavtalu fyri komandi tvey árini, 2026 og 2027. 

Longda avtalan varð undirskrivað mikudagin, í hálvleikinum í kvinnulandsdystinum millum Føroyar og Litava, skrivar Hondbóltssambandið.

– Umframt at vera við til at tryggja fíggjarliga grundarlagið undir føroyskum hondbólti, er Føroya Banki eisini ein aktivur viðleikari, sum er við í flestu tiltøkunum vit hava, sigur Gunn Ellefsen.

– Høvuðssæti hjá Føroya Banka á Oknarvegi, hevur hýst fundum, fyrilestrum, galla og øðrum tiltøkum hjá HSF, og er Føroya Banki somuleiðis við til okkara dystir og tiltøk, bæði í Føroyum og uttanlands. Hetta eru tiltøk, sum hava savnað hondbóltsføroyar og tjóðina sum heild, og vit halda, at vit við at lyfta og standa saman hava rokkið langt og kunnu røkka enn longri.

Rúna N. Rasmussen sigur, at tey í Føroya Banka eru bæði fegin og errin um at halda fram sum høvuðsstuðul hjá Hondbóltssambandinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder