
Jonava, Litava (Portalurin): Føroyski hópurin ferðaðist í yvir ein hálvan tíma frá Kaunas til hesa venjingina dagin fyri dystardagin.
Liðið hugsavnaði seg serliga um kontraspælið fyrsta partin av venjingini. Hetta verður ein umráðandi partur av dystinum í morgin, har Føroyar - eins og við Tjarnir - eiga at vinna sær fyrimun.
Í mun til taktiska, var tað mest verjuparturin. Súna Krossteig Hansen er nú tøk og fer at hava nakrar verjuminuttir. Í byrjanini av dystinum við Tjarnir sat verjuspælið ikki heilt sum ætlað.
Føroyar vunnu tó við tíggju málum mikudagin, og tískil er stórur fyrimunur, í mun til at tryggja sær HM-plássið.
Umboð frá litaviska hondbóltssambandinum vænta "nakrar hundrað áskoðarar" - upp móti túsund í morgin. Tað eru pláss fyri upp móti 2.000 áskoðarum í "Jonava Sports Arena", sum er heimavøllur hjá einum av liðunum í fremstu kurvabóltsdeildini í Litava.
Kurvabóltur er størsta ítróttargreinin her. Í morgin vera upp móti hundrað føroingum her og hyggja eftir hondbólti.
Sí eisini: Annika Fríðheim Petersen; - Eg kann ikki lata vera við at rópa og vera spent
Sí myndir, sum Sverri Egholm tók, til venjingina nú tíðliga seinnapartin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald