
Seinnapartin í gjár spældi THW Kiel seg í týsku steypafinaluna. Hetta var í stóran mun uttan føroyska spælskipara sín. Elias Ellefsen á Skipagøtu spældi eina løtu í 1. hálvleiki í dystinum, har Kiel vann á Rhein-Neckar Löwen eftir longda leiktíð.
Sí eisini: Elias á Skipagøtu skal spæla steypafinalu
Finalan verður móti Melsungen, sum eisini kappast í oddinum í Bundesliguni. Tíðliga í mars spældi Elias á Skipagøtu ein stóran dyst móti júst Melsungen í European Leeague. Seinni í mánðinum gekk verri hjá Eliasi og Kiel í Bundesliga-dysti millum feløgini.
Kiel stendur sum ein lítil favroittur til finaluna í Köln, har Final Four-vikuskiftið er.
Tað verður spenanndi, hvussu stóran leiklut 21-ára gamli hoyvíkingurin fær. Hann kann í dag gerast fyrsti føroyingur at vinna eitt steyp í týskum hondbólti.
Finalan í DHB Pokal byrjar klokkan 14.35 føroyska tíð. Dysturin verður vístur á Viaplay. Annars ber til at fylgja við á livescore-skipanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald