Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar skulu spæla HM-endaspæl í vetur

Taptu í rótutum dysti í Litava í dag men vunnu við níggju málum samanlagt. Hetta er søguligt, og leiðin gongur til Týsklands ella Niðurlond í desmeber.

Føroysku fjeppararnir kundu hóast alt fegnast (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku fjeppararnir kundu hóast alt fegnast (Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-13 15:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jonava, Litava (Portalurin): Samanlagdi sigurin kom ongantíð veruliga í vanda. Litava var á odda við fýra málum nakrar ferðir, men eftir eina frálíka føroyska byrjan uppá 2. hálvleik varð allur ivi um HM-plássi skúgvaður til viks.

Dysturin, og serliga 1. hálvleikur, var ógvuliga órduddiligur. Føroyar gjørdu ov nógv teknisk mistøk og brendu yvir helmingin av skotunum fyri steðgin.

Í 2. hálvleiki gjørdist tó talan um 18 mál - tó ikki nóg mikið at vinna. Føroyar tóku annars leiðsluna eftir eina løtu við góðum tingum í øllum pørtum í spælinum.

Rakul Wardum stóð ein framúr dyst í føroyska málinum við beint undir tjúgu bjargingum og beint undir 40 prosentum. Hetta var umráðandi, í mun til ikki at gera tað tætt samanlagt.

[object Object]
Mynd: Rakul Wardum við bjarging (Mynd: Sverri Egholm)

Glið kom á álopsspælið: Maria Nólsoy var vælspælandi, tað gekk betri frá vongplássunum og Anna Elisabeth Weyhe var sum heild køld úr sjey metrum.

Seinasta partin av dystinum var tað tó heldur óruddiligt hjá Føroyum aftur; eisini í sambandi við at nógvar broytingar vórðu gjørdar á liðnum.

Dystir móti Litava skulu helst vinnast. Her eru nakrir lærupengar frá avrikinum. 

Yvir tveir dystir var tó sum so stórur munur, og Føroyar skulu til søguligt HM-endaspæl í november og desember. Hetta verður í Niðurlondum ella Týsklandi. 

Meira um hetta og meira úr Litava seinni

Seinni HM røkkstøkkdysturin (Play-off)
Jonava, Litava - sunnudagin 13.04
Litava - Føroyar 30-29 (14-11) - Samanlagt: 65-56 til Føroyar

Dystargongdin:
5 min: 2-0
10 min: 5-4
15 min: 8-6
20 min: 11-7
25 min: 12-9
30 min: 14-11
35 min: 16-14
40 min: 16-19
45 min: 20-22
50 min: 24-24
55 min: 26-25
60 min: 30-29


Málskjúttar hjá Føroyum:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 5
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 5 (5)
Jana Mittún 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Pernille Brandenborg 3
Rannvá Olsen 3
Elsa Egholm 2
Karin Egholm 1
Rakul Wardum 1
Lív Bentsdóttir Zachariasen 1

Bjargingar:
Rakul Wardum 17 bjargingar (36 prosent)

Øll hagtøl síggjast HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder