Fótbóltur

Elias Ellefsen á Skipagøtu er týskur steypavinnari

Kiel vann 28-23 á Melsungen fyri lítlari løtu síðani. Føroyski spælskiparin skoraði uppá øll síni trý skot og gjørdist søguligur.

Effektivur Elias á Skipagøtu í steyagulli (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Effektivur Elias á Skipagøtu í steyagulli (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-13 16:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar eiga nú ein týskan steypavinnara í hondbólti. Hetta er ikki hent fyrr á vaksnamannastigi.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði lítlan leiklut í hávlfinaluni móti Rhein-Neckar í gjár, men í steypafinaluna dag spældi Elias størri leiklut. 

Nummar 71 spældi í løtum og skoraði trý mál. Elias hevði tríggjar skotroyndir og var harvið 100 prosent í sínari fyrstu finalu fri Kiel.

28-23 sigur eftir eitt sterkt avrik frá millum annað Andreas Wolff í málinum (16 bjargingar). Tað var serliga eftir steðgin, at Kiel fekk glið á álopsspælið.

Seinast týska stórfelagið vann steypakappingina var í 2022. Nú verður farið eftir at í minsta lagi enda í topp-tvey í Bundesliguni og at vinna European League.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder