
Kaunas, Litava (Portalurin): Føroysk og altjóða hondbóltssøga varð skrivað í gjár, tá føroysku kvinnurnar - hóast tap - tryggjaðu sær HM-pláss.
Føroyar hava verið til nøkur HM-endaspøl í ungdómslandsliðshøpi og hava fingið pláss sum nummar 7 og nummar 8. Hetta vóru ávikavist U21 og U19 - bæði í 2023.
Seinni í ár skulu bæði tvey dreingjalandslið til HM-endaspøl, meðan tvey gentulandslið skulu til EM, og í november fer A-landsliðið hjá kvinnum til HM-endaspælið.
Sí eisini: Myndir: HM-fagnaður hóast tap
Hetta verður fyrstu ferð, at eitt føroyskt A-landslið í hondbólti skal spæla eitt HM. Bæði menn og kvinnur vóru í 2024 til EM-endaspøl. Hetta sum tað minsta landið nakrantíð til EM og til eitt endaspæl í liðítrótti.
Maria Pálsdóttir Nólsoy og hinar vóru til EM í fjør - seinni í ár verður tað til HM (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini - samrøður:
Hannis Wardum: - Hetta var ekstremt stórt
Bjarta Johansen: - Nú noyðist eg at spæla eitt ár afturat
Tað hevur ongantíð verið eitt land við færri íbúgvum enn Føroyar til eitt HM endaspæl.
Grønland var við hjá kvinnum í 2023. Grønland hevur nakrar túsund fleiri íbúgvar enn Føroyar. Annars er nakað upp til næsta landið.
Lutakastið til HM-endaspælið verður 22. mai. Tá verður greitt, um Føroyar skulu til Týsklands ella Niðurlond at spæla - tað eru tær báðar vertstjóðirnar. Endaspælið verður í november og desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald