
Ólavur Mikkelsen varð beint eftir kappingarbyrjan settur sum nýggjur U21-landsliðsvenjari.
Harvið skuldi Víkingur leita eftir einum nýggjum persóni at hjálpa Jóhan Peturi Poulsen.
Nú er greitt, at loysnin er funnin inni í Víkingahúsinum.
Víkingur hevur kunngjørt, at tað verður Óla Kristian Skála Jacobsen sum verður hjálparvenjari hjá Betri liðnum hjá monnum. Hann hevur verið nógv virkin í felagnum á ymsan hátt, og er Óla Kristian sonur formannin í Víkingi, Brand Jacobsen.
27-ára gamli gøtumaðurin hevur spælt tríggjar dystir fyri besta lið barndómsfelagsins. Óla Kristian hevur verður liðformaður á 1. deildarliðnum í nógv ár og sambært FaroeSoccer hevur hann spælt beint yvir 200 dystir har.
Víkingur skrivar, at seinastu árini hevur hann eisini verið undir venjaraútbúgving, og hevur fyri stuttum staðið B3 útbúgvingina.
- Tí er tað ein maður, sum hevur fingið alla sína fótbóltsuppaling í okkara felagið, og sum Jóhan Petur kennir væl eftir hondini, sum nú gerst hjálparvenjari. Óla Kristian er longu farin til arbeiðis og vit gleðast um at hann er lagdur afturat toyminum hjá Betri monnum.
Víkingur er eftir fimm umfør næstaftast í Betrideildini við tveimum stigum. Føroyameistararnir hava bert skorað eitt mál í landskappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald