Fótbóltur

Myndir: Stórfingnar umstøður í danska høvuðsstaðnum

Lagið er gott, og føroyingarnir tykjast til reiðar eftir venjingina á Royal Arena.

Rói Berg Hansen og Eirikur Simonsen (Mynd: Sverri Egholm)

Rói Berg Hansen og Eirikur Simonsen (Mynd: Sverri Egholm)

2019-04-12 20:31 Author image
Agnar Prestá

Minni enn eitt samdøgur er til føroysku hondbóltsmennirnir aftur skulu dystast við Ukraina í EM-undankappingini. Hesaferð verður tað í Royal Arena í Ørestad; nakað frá hjartanum í Keypamannahavn. 

Tað var har, at Føroyar høvdu sína venjing frammanundan dystinum. Liðið fekk koyrt fleiri ting ígjøgnum tann stóra tíman í kvøld, og tað sá út sum, at leikararnir gleddu seg at spæla í stóri multihøllini. Hon er frá 2017 og verður eisini nýtt til konsertir.

Royal Arena liggur í umhvørvi, har nógvir glæsiligir bygningar eru, m.a. gistingarhús, og har nógv nýtt verður bygt. Kenda handilsmiðstøðin Fields liggur beint við.

Føroyar og Ukraina spæla í morgin klokkan 16.45 føroyska tíð.

Samrøður (Video) frá venjingini:  
Eingin av føroysku leikarunum roynt so stóra høll áður
Sonni Larsen: Vit gleða okkum ógvuliga nógv