Hondbóltur

Hákun og Fücshe lagt seg á odda

Fücshe Berlin vann í dag móti Vilhelmi Poulsen og hinum í TSV Hannover-Burgdorf.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2025-04-20 21:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hákun West av Teigum og Vilhelm Poulsen brustu í dag saman fyri ávikavist Fücshe Berlin og TSV Hannover-Burgdorf.

Füchse Berlin vann dystin 37-33 og liggur við sigrinum væl fyri í stríðnum um gullið í Bundesliguni.

Hákun West av Teigum skoraði fýra mál, tvey í fyrra hálvleiki og tvey í seinna hálvleiki. Vilhelm Poulsen fekk minkað um munin, tá tveir minuttir vóru eftir at spæla.

Høvuðsstaðarliðið er fremst í deldini við 44 stigum. Melsungen er á øðrum plássi við 42 stigum, og Hannover Burgdorf er á triðja plássi við 39 stigum.

Oddastríðið í Bundesliguni í løtuni

1. Füchse Berlin 44 stig (Hákun West av Teigum)
2. MT Melsungen 42 stig *
---------------------------------------------------------------
3. TSV Hannover-Burgdorf 39 stig (Vilhelm Poulsen) *
4. THW Kiel 38 stig (Elias Ellefsen á Skipagøtu)
5. Magdeburg 37 stig **
7. Flensburg-Handewitt 36 stig  (Jóhan á Plógv Hansen)

*Ein dyst færri
** Tríggir dystir færri

(Talan er um 27. umfar. 34 umfør verða spæld - bert tvey tey fremstu liðini sleppa í Champions League)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder