Innleiðandi dystirnir í einmansleiki í Kontrast FM blivu leiktir í Badmintonhøllini í gjár, 2. páskadag.
Hjá kvinnunum verður tað ein endurtøka av finaluni í fjør. Miriam í Grótinum (HBF) og Sanna Thorkildshøj (HBF) aftur vunnu sær pláss í finalunum.
Í fjør vann Miriam FM í einmansleiki triðja árið á rað, sostatt vann hon sær steypið til ognar.
Í ár vann Miriam hálvfinaluna ímóti Miu Thorkildshøj, HBF. Sanna vann sína hálvfinalu ímóti Lenu Mariu Joensen, KBF. Mia og Lena Maria hava sostatt vunnið bronsu.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/04/22/gallery-thumbnail/1745331775udh0vc9hox.webp)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/04/22/gallery-thumbnail/17453317796x8roq9pc0.webp)
Hjá monnunum skal FM vinnarin frá í fjør Rúni Øster úr HBF møta 18 ára gamla Christian Berg Petersen - hann er eisini úr HBF.
Í hálvfinaluni vann Rúni á Árant á Mýruni, MBF, meðan Christian vann á Jónas Djurhuus, HBF. Árant og Jónas eru soleiðis bronsuvinnarar.
Innleiðandi dystirnir í tvímansleiki verða spæltir hósdagin frá klokkan 17, meðan innleiðandi dystirnir í blandaðum tvímansleiki verða leiktir fríggjadagin frá klokkan 13.
Finalurnar verða spældar í Høllini á Hálsi leygardagin frá klokkan 10.
Badmintonssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald