
Fyrru fjórðingsfinalurnar í European League vórðu spældar í gjárkvøldið. Týsku stórfeløgini, sum eru størstu favorittarnir at vinna kappingina, vóru bæði á útivølli.
Flensburg-Handewitt hevði ein stuttan túr til dystin á Fjóni. Har eydnaðist tað at vinna 29-26 á GOG.
Jóhan á Plógv Hansen hevði ikki eitt so gott kvøld móti komandi liðnum hjá Óla Mittún: Høgri vongurin skeyt tvey skot og brendi bæði.
Elias Ellefsen á Skipagøtu brendi sítt einasta skot í Fraklandi, har THW Kiel var aftanfyri 16-13 í steðginum.
Í 2. hálvleiki gekst tó betri: Tað endaði 26-26, sum er eitt fínt úrslit fyri útiliðið. Elias á Skipagøtu hevði eitt upplegg og vann ein bólt í verjuni, ta løtuna sum hann spældi.
Ukrainin Ihor Turchenko, sum hevur verið stórspælandi og sum skal spæla EM-týðandi undankappingardyst við Tjarnir 11. mai, skoraði trý av sínum seks stotum fyri Limoges.
Seinnu fjórðingsfinalurnar verða spældar týsdagin 29. apríl. Vinnandi liðini fara í Final Four í næststerkastu evropeisku kappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald