15-13 til Føroyar í hálvleikinum

Tað eru útlit til ein føroyskan sigur við Tjarnir.

2025-05-11 17:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað liggur til ein føroyskan sigur í spennandi dystinum móti ukrainum við Tjarnir.

Føroyar hava so at siga ligið eitt petti frammanfyri allan fyrsta hálvleik. Tær fáu ferðirnar, tað hevur eydnast ukrainum at koma framum, hava Føroyar skjótt javnað og lagt seg framumaftur.

Hetta er ein intensur dystur millum ukrainska rástyrki og Føroyskan kvikleika og snildi.

Hetta mann fara at ganga.

Serliga orsaka av, at føroyska liðið fær ein ótrúliga góðan stuðul frá føroysku áskoðarafjøldini.

EM plássið er tryggjað. Fyrsta plássi í undankappingarbólkinum næstan. Tað eru 30 minuttir eftir at spæla

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder