
Skírisdag vann KÍ 4-0 á HB í Klaksvík, har tað var klassamunur á liðunum. KÍ kom eisini í Gundadal í kvøld við fullum stigatali - og høgum sjálvsáliti. Serliga eftir sigurin í oddabrakinum í Runavík fyri viku síðani.
Nógvir larmandi KÍ-fjepparar vóru eisini kominir í Gundadal, har sólin bakaði niður. Teir kundu eisini fegnast í 17. minutti, tá Patrik Johannesen var knappur, eftir at ein viðleikari hevði rakt stongina við skoti. 0-1 og 9. málið hjá Patriki í ár.
KÍ var eisini á sigurskós leingi - heilt til 92 minuttir vóru spældir. Tá stóð Sammy Skytte á rætta staðnum, og eins og í Sarpugerði fyri viku síðani, skoraði danski miðvallarin.
1-1 og góð byrjan hjá André Olsen og hansara toymi. HB tykist onkursvegna betri samansett nú og varð í 10. umfari fyrsta liðið at taka stig frá KÍ.
FM-favorittarnir fara framvegis at vera á odda, tá umfarið er av, men NSÍ kann minka um munin niður í eitt stig við sigri á FC Suðuroy.
Betrideildin 10. umfar
Fríggjadagin, 16. mai
HB - KÍ 1-1 (0-1)
17’ Patrik Johannesen 0-1
90 (+3)’ Sammy Skytte 1-1
Aðrastaðni vann 07 Vestur fyri fyrstu ferð í ár, 5-0 á TB, B68 vann óvæntað á B68, og Víkingur vendi 0-1 til 2-1 móti EB/Streymi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald