
Átta umfør eru spæld í næstbestu norsku deildini, og Áki Samuelsen er byrjaður inni í øllum dystunum hjá Ranheim. Hann er fastur vinstri vongur hjá liðnum úr Trondheim.
Eftir 2-1 tapið fyri Åsane, sum liggur í Bergen-økinum, er Ranheim á 12. plássi av teimum 16 liðunum í OBOS-deildini.
Heimaliðið kom á odda tíðliga í dystinum við máli frá Erling Myklebust. Áleyparin spældi nakrar dystir fyri 07 Vestur í 2021. Beinanvegin í 2. hálvleiki fekk Åsane brotsspark, sum varð umsett til 2-0.
Áki Samuelsen minkaði um munin í 70. minutti. 21-ára gamli føroyski vinstri vongurin var knappur, tá bolturin stakk til hann í brotsteignum. Hann smekkaði bóltin í netið, men tað endaði 2-1.
Áki hevur samanlagt fimm málstig í átta dystum, umframt eitt mál í steypakappingini. Havnarmaðurin varð kunngjørdur til U21-landsliðshópin fyrrapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald