Fótbóltur

Besta liðið hjá ÍF ongan venjara

Hegga Samuelsen givin sum venjari hjá ÍF.

2019-04-17 17:47 Author image
Sverri Egholm

ÍF boðar seinnapartin frá, at samstarvið við venjaran hjá Betri liðnum hjá monnum er endað.

Hegga Samuelsen var venjari hjá ÍF, tá fuglfirðingar í fjør fluttu upp í bestu deildina at spæla, men í ár hevur ikki gingið so væl. Liðið liggur á aftasta plássi við einum stigi aftaná fimm dystir. ÍF varð eisini sligið út av steypakappingini av B71 úr 1. deild

Enn er nýggjur venjari ikki settur, men longu í morgin spæla fuglfirðingar móti NSÍ á útivølli.

- ÍF hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið, uttan at tað verður arbeitt við at finna nýggjan venjara, skrivar felagið á heimasíðuni.

Abraham Løkin kom fyri stuttum uppí venjaratoymi. Ólavur Larsen er hjálparvenjari hjá liðnum, so tað verða helst teir, ið kom at standa á odda fyri liðnum í morgin. 

placeholder
placeholder