
Eyðun Klakstein hevur á tíðindafundi júst kunngjørt, hvørjir 23 spælarar vera í hópinum til dystirnar móti Georgia (5. juni á útivølli) og Gibratlar (9.juni á heimavølli). Fyrri dysturin er venjingardystur - seinni dysturin er HM-undankappingardystur
Í mun til hópin í mars eru tríggjar broytingar: Daniel Johansen avloysir Arnbjørn Svensson í verjuketuni, Jákup Biskopstø Andreasen kemur við ístaðin fyri Geza David Turi á sentrala miðvøllinum, og Patrik Johannesen er nýggjur maður til álopskendu plássini, nú Meinhard Egilsson Olsen ikki er komin fyri seg eftir sína skurðviðgerð.
Daniel Johansen hevur staðið seg ógvuliga væl í næstbestu donsku deildini í vár og gevur liðnum ein øðrvísi møguleika á plássinum sum vinstri vongverji - serliga til dystin móti Gibraltar. Arnbjørn Svensson heuvr verið nógv skaddur í ár, og fyrrverandi liðfelagi hansara, Geza David Turi, hevur spælt ógvuliga lítið seinastu mánaðirnar. Harvið var tað ikki so óvæntað, at afturvendi KÍ-liðformaðurin Jákup Biskopstø Andreasen kom inn aftur í hópin.
Hópurin
Patrik Johannesen hevur skorað 13 mál og verið við í nógvum síðani sínari afturvendan til KÍ, sum er ógvuliga væl umboðað á A-landsliðnum nú (Mynd: Sverri Egholm)
Fitt av fólki var til staðar í trinstovuni á Tórsvølli
Beint yvir ein triðingur av spælarunum (átta av 23) spæla til dagliga við KÍ.
Eins og til hinar úttøkurnar hjá Eyðun Klakstein síggjast royndu álopsspælararnir Klæmint Andrasson Olsen og Jóan Símun Edmundsson ikki á listanum; ímillum seinastu úttøkuna og tí í dag hevur Klæmint skorað eina rúgvu av málum, og er rituvíkingurin toppskjútti í Betrideildini, samstundis sum hann sær út til at vera heilt væl fyri.
Sølvi Vatnhamar er fyri aðru ferð á rað ikki við á A-landsliðnum. Jóannes Bjartalíð er heldur ikki tøkur hesaferð.
Hópurin:
Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia
Ari í Haraldsstovu Petersen, 07 Vestur
Verjuspælarar:
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, Hillerød Fodbold (Danmark) *
Samuel Johansen Chukwudi, SJK Seinajoki (Finnland)
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Miðvallarar:
Hallur Hansson, KÍ Klaksvík
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Noah Hans Mneney, HB
Hanus Sørensen, NK Celje (Slovenia)
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík *
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
Poul Kallsberg, Víkingur
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Framherjar:
Patrik Johannesen, KÍ Klaksvík *
Petur Knudsen, NSÍ Runavík
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
* Við í mun til seinast
A menn í juni
Georgia - Føroyar Hósdagin 5. juni klokkan 18:00 í Tblisi, Georgia (venjingardystur)
Føroyar – Gibraltar Mánadagin 9. juni klokkan 19:45 á Tórsvølli (HM 2026 undankappingardystur)
Kristin Dam Ziska, aðalskrivari
Atli Gregersen, hjálparvenjari
Dagført: 10.26
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald