Annað

Dani skal venja kvinnulandsliðið

Flogbóltssamband Føroya hevur sett danan Lars Engell sum landsliðsvenjara hjá kvinnum. Hann hevur millum annað verið hjálparvenjara hjá danska kvinnulandsliðnum, og er í Føroyum í hesum døgum.

Nýggi landsliðsvenjarin 
(Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

Nýggi landsliðsvenjarin (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)

2019-04-18 07:40 Author image
Agnar Prestá

Flogbóltssamband Føroya boðar frá, at ein nýggjur maður er settur at stjórna A-landsliðnum hjá kvinnum. Talan er um danan Lars Engell

Lars er væl kendur frá donskum flogbólti, og hevur millum annað vant fleiri føroyskar leikarar, sum hava leikt í donsku kappingini. Nevnast kann Sofía Splidt Purkhús, sum nú spælir í Mjølni, og sum varð vald sum ársins leikari í Danmark fyri nøkrum árum síðani.

Landsliðsvenjarin hevur yvir 25 ár av royndum - harav nógv ár sum elitu-venjari í Danmark. Hann er fyrrverandi hjálparvenjari hja Danska A-kvinnulandsliðnum og á ungdómslandsliðið, umframt at hann hevur arbeitt sum scout og við hagtølum. 

FBF skrivar, at Lars Engell hevur verið í Føroyum og hugt eftir leikarunum, og í samband við páskini kemur hann at hava fleiri venjingar við teimum leikarunum, sum ikki eru við í FM-finalunum. Leikararnir frá FM-finalunum verða tó við í venjingunum 2. páskadag. Umleið 40 leikarar hava verið til venjing í bruttohópinum.

Hjálparvenjari hjá Lars verður Kristian Mikkelsen, og Andreas Zachau verður knýttur at liðnum sum scout / statistikari.

Næsta uppgávan hjá A-landsliðnum verður kapping í Luksemborg har hesi liðini verða við:

 

Bólkur I

Bólkur II

Luksemborg

Skotland

Grønland

Føroyar

Norður Írland

Írland

 

placeholder
placeholder