
Fast pláss á vinstra vongbakki, fleiri upplegg, nøkur mál, málið reint nakrar ferðir og pláss á viku- og mánaðarliðið.
Væl samansettu avrikini hjá Daniel Johansen í 2025 í Hillerød hava vakt ans í Danmark, og í gjár varð greitt at 26-ára gamli vinstri bakkurin er aftur á A-landsliðnum.
Les eisini: Daniel, Jákup og Patrik aftur á landsliðnum
Her sæst Daniel eftir at hava verið kosin dagsin leikari hjá Hillerød (Mynd: Hillerød Fodbold)
Hann verður eisini at síggja aftur í føroyskum fótbólti skjótt. Hóast góðu gongdina í NordicBet-deildini, er sáttmálin millum Hillerød Fodbold og Daniel Johansen nú uppsagdur.
Talan er um eina avgerð hjá Danieli sjálvum, sum av persónligum ávum hevur valt at steðga í felagnum fyri at fara aftur til Føroya - hetta fyri at vera nærri sínum tættastu.
Tað skrivar Hillerød á heimasíðu sínari.
- Tað er ótrúliga hart at siga farvæl við Daniel. Hann verður saknnaður, bæði á uttanfyri vøllin, har hann sanniliga hevur givið sítt. Daniel er ein fantastiskur persónur, og hansara dygdir gjørdu hann til ein av okkara mest umráðandi spælarum. Vit skilja og virða tó hansara ynski um at fara aftur til Føroya fyri at vera nærri sínum tættastu, sigur Jackie Rasmussen, stjóri, sum er "rørdur av støðuni", sambært hfelite.dk.
Tað sæst eisini á viðmerkingum hjá fjepparum á Facebook, at føroyingurin verður saknaður.
Daniel Johansen til landsliðsvenjing í Lettlandi í september. Nú er hann aftur á landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)
Daniel Johansen kom til felagið, har Adrian Rúnason Justinussen eisini spælir, síðsta summar. Samanlagt spældi hann 25 dystir og hevði 8 málstig (mál + upplegg) fyri Hillerød. Tey flestu vóru nú í 2025.
Áður hevur Daniel umboða Thisted og síðani eitt stutt skifti Fredericia í donskum fótbólti. Hansara fyrstu ár sum fótbóltsspælari vóru í EB/Streymi. Síðani spældi Daniel í nógv ár við HB.
Nú er spurningurin, hvar tekniskt sterki vinstri bakkurin endar. Flytingarvindeygað í Føroyum letur upp um beint yvir tvær vikur.
HB'spælari í nógv ár (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald