Annað

Eva Winther Nagata vann DM-bronsu í flogbólti

Elite Volley Aarhus vann bronsudystin sannførandi.

Mynd: Elite Volley Aarhus

Mynd: Elite Volley Aarhus

2019-04-18 10:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eva Winther Nagata og lið hennara Elite Volley Aarhus gjørdust í gjár bronsuvinnarar í DM í flogbólti.

Elite Volley Aarhus spældi móti Team Køge Volley, og eftir tríggjar dystir sigraðu Eva og liðfelagar hennara.

Fyrsti dysturin um bronsuna endaði við 3-2 sigri til Team Køge Volley, men seinna dystin vann Elite Volley Aarhus 3-0 á útivølli. Tí var lagt upp til ein spennandi avgerandi dyst í Aarhus, men talan gjørdist ongantíð um tann stóra spenningin, tí at Eva Winther Nagata og Team Volley Aarhus vunnu aftur 3-0.

Hetta er fyrstu ferð síðani 1993 at Elite Volley Aarhus vinnur DM-heiðursmerki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder