
KA Akureyri hevur verið í botninum í annars fremstu íslendsku deildini alt kappingarárið. Men við sigrinum í kvøld hava Jóan Símun Edmundsson og teir vunnið tveir dystir á rað og lyft seg upp á 8. plássi í tøttu kappingini.
Tólv lið eru í deildini. Akureyri vitjaði í kvøld hjá Fram í Reykjavík. Høvuðsstaðarfelagið vildi lyfta seg nærri oddinum, men hetta eydnaðist ikki.
Fram kom annars á odda í 19. minutti. Í yvirtíðini í 1. hálvleiki javnaði Akureyri.
Eftir hálvan tíma hevði Jóan Símun Edmundsson avloyst spanska Rodri. Í summum dystum hevur 33-ára gamli toftamaðurin verið á vøllinum frá byrjan - í øðrum er hann byrjaður á bonkinum.
Hesaferð avgjørdi Jóan Símun dystin sum innskiftari. Fyrsta málið hjá føroyinginum, síðani hann kom aftur til KA Akureyri fyri nøkrum mánaðum síðani, varð avgerandi í kvøld. Hann skoraði til 2-1 í 92. minutti.
Sí eisini: Andrias Edmundsson við til at bjarga Plock plássinum
KA lyftir seg harvið. Ovast í deildini eru Víkingur Reykjavík og Gunnar Vatnhamar.
Hetta høvuðsstaðarfelagið vann 1-0 á útivølli móti Vestri í oddadysti í kvøld. Gunnar spældi allar 90 minuttirnar og var við at halda málið reint. 20 stig eftir níggju dystir, og harvið liggur Víkingur Reykjavík heilt væl fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald