Annað

Fleyr omaná eftir ógvuliga tætta finalu

Fyrsta finalan endaði 3-2.

Fleyr vann langan fimm-settara(Mynd: Sverri Egholm - savnsmynd)

Fleyr vann langan fimm-settara(Mynd: Sverri Egholm - savnsmynd)

2019-04-18 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fleyr og SÍ hava júst leikt eina sera spennandi fyrru finalu í Høllini á Hálsi. Tað gjørdust talan um fimm sett, har øll uttan nummar tvey vóru heilt jøvn, og har neyðugt var við einari rúgvu av eykabóltum í seinasta setti.

SÍ hevði møguleikan at avgera tað í 4. setti, eftir at hava vunnið tvey sera tøtt sett og hevði eisini fleiri matchbóltar í 5. setti. Men Fleyr gavst ongantíð, og til endans gjørdist Anja Danielsen avgerandi. 

Hugsast kann, at tað aftur fer at verða sera tætt, tá liðini spæla aftur leygardagin, og kanska eitt "gullsett" skal til fyri at avgera FM. 

Fyrra FM-finalan hjá kvinnum: 
Fleyr - SÍ 3-2
23-25, 25-20, 28-30, 25-23, 21-19 

Klokkan 16.45, ella møguliga eitt sindur aftaná tað, fara mennirnir í gongd. 




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder