placeholder
Fótbóltur

HB er nýtt oddalið

Hesaferð setti HB grannarnar uppá pláss; KÍ og ÍF/Vík/B68 leiktu spenanndi dyst í Klaksvík.

Heidi Sevdal gjørdi hattrick fyri HB í sigrinum á B36 í dag, og harvið kemur HB framum KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

Heidi Sevdal gjørdi hattrick fyri HB í sigrinum á B36 í dag, og harvið kemur HB framum KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

2019-04-18 17:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

6. umfar í Betrideildini hjá kvinnum varð leikt tíðliga seinnapartin. Lagt var upp til spennandi umfar, har fýra tey ovastu liðini hittust. KÍ, HB, ÍF/Vík/B68 og B36 lógu ógvuliga tætt á stigatalvuni, eftir at øll hava spælt einaferð móti hvør øðrum.

Fyri lítlum mánaði síðani loypti B36 hvøkk á við at vinna 1-0 á HB. Í dag lønti HB grannunum ósigurin aftur við at vinna heili 6-1. Tað var spennandi fyrsta hálva tíman, men HB avgjørdi dystin fyri hálvleik. Heidi Sevdal var í hopla, og fekk seinastu trý málini í dystinum.

Í Klaksvík legði felagsliðið væl fyri við brotssparksmáli tíðliga í dystinum. 1-0 helt sær leingi, men KÍ-trýst í 2. hálvleiki gav úrslit, og Eyðvør Klakstein bjargaði heimaliðnum eitt stig. 

Úrlsitini hava við sær, at HB stingur seg framum KÍ, og at B36 nú er nakað frá oddinum. 

Betrideildin kvinnur - 6.umfar
 
HB - B36 6-1 (4-1)
5' Rebekka Fjalsá Benbakoura 0-1
11' Sarita Maria Mittfoss 1-1
16' Rebekka Fjalsá Benbakoura 1-2 
32' Julia Naomi Mortensen 1-3
40' Heidi Sevdal 1-4
60' Heidi Sevdal 1-5
90' Heidi Sevdal 1-6

KÍ - ÍF/Víkingur/B68 1-1 (0-1)
10' Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir (br) 0-1
74' Eyðvør Klakstein 1-1

Støðan: 

1.HB531115-5 (+10)10
2.53119-5 (+4)10
3.ÍF/Víkingur/B6852218-5 (+3)8
4.B3652035-10 (-5)6
5.EBS/Skála40042-14 (-12)0


7.umfar verður leikt næsta sunnudag:

728.04.19 EBS/SkálaÍF/Víkingur/B68-
728.04.19 B36-

(Talvur: FSF)
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder