Annað

Mjølnir koppaði Fleyr eftir fýra sett

Tað gjørdist sera spennandi, tá Mjølnir og Fleyr hittust til fyrru FM-finaluna.

Mjølnir var sum væntað omaná, men Fleyr trýsti klaksvíkingar væl(Mynd: Jens Kr. Vang)

Mjølnir var sum væntað omaná, men Fleyr trýsti klaksvíkingar væl(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-18 18:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir eina sera spennandi kvinnufinalu hittust mennirnir hjá Mjølnir og Fleyr til fyrru mansfinaluna. Her var Mjølnir greiður favorittur, men Fleyr syrgdi fyri at talan gjørdist um ein heilt spennandi dyst. 

Fyrsta sett gjørdist eitt marathon-sett, har tað akkurat koppaði til Mjølnir. Í øðrum setti var Fleyr greitt omaná fyrstu løtuna, men so fekk Mjølnir veruliga álopsspælið at koyra og megnaði at vinna tepurt enn einaferð. Hetta knekkaði tó ikki Fleyr, ið sá út til at fara tapa 3-0, tá klaksvíkingar vóru á odda 24-20. Havnarmennirnir endaði tó við at vinna setti og longdu harvið um dystin. Í 4. setti var tó nakað av muni; Mjølnir byrjaði væl og vísti sína dygd. 

Um dysturin leygardagin verður eins javnur, er ilt at siga; tað liggur til klaksvíkingar, ið tó fingu skarpan gang í dag. 

Fyrra FM-finalan: 
Fleyr - Mjølnir 1-3
29-31, 23-25, 27-25, 25-19

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder