Annað

Støkk liggur fremst

Smágentuliðið Rósan fekk slóðbrótandi úrslit í altjóða kapping í dag.

Rósan (Mynd: Støkk)

Rósan (Mynd: Støkk)

2019-04-20 16:32 Author image
Alda Nielsdóttir

Í løtuni kappast fleiri føroysk lið úr feløgunum Støkk, Ljósinum og Havnar Fimleikafelag í altjóða estetisku kappingini Easter Cup, sum verður hildin í Greve hetta vikuskiftið.

Enn er kappingin ikki liðug, men Støkk upplýsir, at smágentuliðið hjá Støkk, Rósan, hevur vunnið innleiðandi umfarið í síni kapping við heili 16,77 stigum.

Aftaná Støkk liggur HF Bjalla á 2. plássi við 16,36 stigum, og Vela hjá Ljósinum er á 5. plássi við 16,06 stigum.

Hetta er stórt met í føroyskum estetiskum fimleiki í eini altjóð kapping.

Í kappingini luttóku 15 lið. Finalan verður í morgin klokkan 11 føroyska tíð, og til ber at stroyma hana her.

Venjarar hjá Rósuni eru Ásleyg Gregersen, Kristina Bjartalíð og Bjørk Nolsøe.

placeholder
placeholder