Annað

Torkil lá odda tað mesta av kappingini í dag

Men mátti sleppa, tá umleið 30 kilometrar vóru eftir av Tour du Finistère.

2019-04-20 16:43 Author image
Ingi Samuelsen

Føroyski súkklarin Torkil Veyhe setti veruliga sín dám á súkklukappingina Tour du Finistère, sum varð súkklað í Bretagne í Fraklandi í dag.

Talan var um eina 187,5 kilometra langa kapping, sum byrjaði í Saint-Évarzec og hevði mál í Quimper.

Ikki var súkklukappingin meira enn blást ígongd, so legði Torkil Veyhe seg fram í oddin, og tað eydnaðist at sleppa avstað og fáa eitt hol oman til restina av súkklarunum.

Fleiri aðrir royndi at sleppa við avstað, og tá samanum kom, vóru teir seks mans, sum sluppu at súkkla undan hinum. Eitt skifti lógu teir næstan 9 minuttir frammanfyri høvuðsbólkin. Týðuligt var, at súkklarnir, frammanfyri allir komu frá smærri liðum, ongin favorittur var teirra millum, og tí hevði høvuðsbólkurin tamarhald á støðuni alla tíðina, og roknað var nokk ikki við, at bólkurin fór at sleppa at halda seg framman fyri heilt fram á mál.

Og so var. Kappingin í dag endaði á einum 10 kilometra rundteini í Quimper. Førarabólkurin var tá, millum annað orsaka av høgu ferðini, sum Torkil setti, minkaður niður til tríggjar mans. Umframt Torkill Veyhe, sum súkklar fyri danska felagið Riwal Readynez Cycle Team, vóru teir Samuel Leroux Rubaix-liðnum og Michael Stockmann frá Tarteletto-liðnum. Teir megnaðu at halda eltararnar aftan fyri seg tey fyrstu av teimum fimm umførunum.

Tá mátti Torkil fyrst sleppa hinum báðum, sum stutt eftir vórðu tiknir aftur av nøkrum av favorittunum, sum veruliga høvdu sett ferð á.

Kappingin varð sostatt avgjørd á teimum seinastu 30 kilometrunum, og endaði við, at Julien Simon (Team Cofidis) vann framman fyri Andrea Vendrame (Androni Giocattoli-Sidermec) og Baptiste Planckaert (Wallonie Bruxelles).

 

placeholder
placeholder