Fótbóltur

U17 fyrireika seg væl til menningarkappingina

Dreingirnir hava havt fleiri venjingar seinastu dagarnar og fara til Estlands í morgin.

Føroysku dreingirnir eru til reiðar at fara til Estlands(Mynd: FSF)

Føroysku dreingirnir eru til reiðar at fara til Estlands(Mynd: FSF)

2019-04-20 18:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U17-landsliðið hjá dreingjum vandi tvær ferðir skírisdag og tvær ferðir í dag sum fyrireiking til komandi UEFA menningarkapping. Hon verður í Estlandi, har Føroyar, umframt móti vertunum, skulu spæla ímóti Litava og Liktinstein.

Áki Johanesen og Jens Kristian Hansen eru venjarar hjá liðnum, og teir hava havt nógva tíð saman móti liðnum. Eisini hevur fysiski venjarin Eli Nolsøe Leifson verið og havt onkrar testir við leikarunum, við millum annað at kanna hvussu skjótt leikararnir renna á ymsikum teinum.

Hetta er ein kapping, har Føroyar mugu metast at hava møguleikan at verða væl við í øllum dystunum. Tað er fyrstu ferð, at hetta nýggja U17-landsliðið skal spæla dystir. Seinni í ár er NM-kapping og síðani EM-kapping á skránni. Leikararnir eru føddir í 2003 og 2004. Føroyska ferðalagið fer 

Føroyski hópurin: 

Olaf Bárðason, Víkingur

Bergur J. Poulsen, Víkingur

Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur

Dávid Matras, KÍ

Jens Mortan Samson, KÍ

Mortan Rasmussen, KÍ

Emil Weihe Joensen, B36

Mattias Weihe Joensen, B36

Martin Agnarsson, B36

Eyðbjørn Østergaard, B36

Heini Sørensen, FC Midtjylland (DAN)

Áki Samuelsen, FC Midtjylland (DAN)

Samuel Chukwudi, HB

Elias Rausborg, Hvidovre (DAN)

Suni Hansen, NSÍ

Jørgin Nielsen, NSÍ

Bogi Hentze, B71

Poul Kallsberg, Skála


Skráin í Tallinn: 

22. apríl Føroyar – Litava

24. apríl Estland – Føroyar

26. apríl Liktinstein – Føroyar


Fleiri myndir frá venjing hósdagin kunnu síggjast á facebook-síðuni hjá FSF. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder