placeholder
Kappróður

Klaksvíkar Róðrarfelag sett tríggjar venjarar

Barbara V. Simonsen, Brandur Kjølbrø og Magnus Norðberg eru øll væl kend í róðrarumhvørvinum.

Magnus, Barbara og Brandur (Mynd: Klaksvíkar Róðrarfelag)

Magnus, Barbara og Brandur (Mynd: Klaksvíkar Róðrarfelag)

2019-04-20 18:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sum liðug í miðvísu menningini í felagnum hevur Klaksvíkar Róðrarfelag gjørt avtalu við Barbaru V. Simonsen, Brand Kjølbro og Magnus Norðberg um at verða knýtt at felagnum vum venjarar.

Soleiðis skrivar Klaksvíkar Róðrarfelag í tíðindaskrivi.

Tey eru øll trý væl kend í føroyska róðrarumhvørvinum sum framúr rógvarar, og Magnus eisini sum venjari.

Barbara V. Simonsen, Brandur Kjølbro og Magnus Norðberg takka fyri álitið og fegnast um at vera partur av góða róðrarhópinum og rokna við at kunna gera mun, so úrslitini í felagnum fjølgast enn meir.

- Felagið ynskir teimum trimum hjartaliga vælkomnum, og sær við spenningi fram til eitt fruktagott samstarv og eitt gott kappingarár, skrivar Klaksvíkar Róðrarfelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder