Annað

Fleyr tók FM

Havnarkvinnur avgjørdu í fimta setti.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-04-20 20:18 Author image
Sverri Egholm

Fleyr er føroyameistari hjá kvinnum. Tað er veruleiki eftir eina spennandi seinnu FM-finalu í Høllini á Hálsi, har Fleyr avgjørdi dystin í fimta setti.

Seinast hesi liðini møttust undan FM-finalunum var í steypafinaluni fyrr í ár, og tá koppaði tað til SÍ. Hesaferð gekk betri hjá teimum bláu úr Havn, men tað var ógvuliga trupult hjá teimum at í avgerandi bóltunum.

Tað merkti, at SÍ fleiri ferðir fekk vónina um at vinna seinna dystin, og at spæla eitt gullsett. Í fimta setti gekk tó betri hjá Fleyr, og tær vunnu 15-11.

placeholder
placeholder