Annað

Jákup L. Baldvinsson er føroya besti í billard

Fuglfirðingar tóku øll heiðursmerkini í FM í billard fyri einstaklingar.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-04-20 22:37 Author image
Tíðindaskriv

Billardúrmælingurin, Jákup L. Baldvinsson megnaði í kvøld at endurvinna FM heitið fyri einstaklingar.

Samanlagt er hetta fimtu ferð, at Jákup vinnur føroyameistaraheitið. Í finaluni møttust fuglfirðingarnir báðir, Jákup L. Baldvinsson og Danial Pauli Joensen. Og Jákup vann væl spælda og sera spennandi dystin, 920-768.

Heilt longi var sera sera javnt, men allar síðstu umgangarnir streyk Jákup undan, og vann. Billardfelag Fuglafjarðar, sum var vertur fyri endaspælið í ár átti heili tríggjar av fýra hálvfinalistum, so tað var ikki so løgið kortini, at tveir teirra endaðu sum finalistar. Hin triði fuglfirðingurin var Jens Kjartan Feilberg. Klaksvíkar Billardfelag átti fjórða hálvfinalistin.

Heldur óvæntað bleiv tað Urbanus Knud Olsen, sum spældi seg heilt til hálvfinalurnar, og á vegnum argaði hann millum annað føroyameistaran frá í fjør, Max Rasmussen av Tvøroyri.

Nummar eitt og føroyameistari bleiv sostatt Jákup Baldvinsson, nummar tvey Danial Pauli Joensen og nummar trý, eftir sigur í bronsudystinum, bleiv Jens Kjartan Feilberg.

[object Object]
Fuglfirðingar hava verið einaráðandi í billardkappingini í ár

Øll trý heiðusmerkini blivu sostatt verandi í Fuglafirði í kvøld. Hesi trý heiðursmerkini blivu ikki tey einastu sum blíva verandi í Fuglafirði, tí herfyri tryggjaðu fuglfirðingar sær eisini FM heitið í liðkappingini, og eisini har eru aktørarnir teir somu. Jákup Baldvinsson og Jens Kjartan Feilberg eru eitt øgiligt makkarapar, og tað skal okkurt heilt serligt til, skulu teir koppast av billardtrónuni í bræði.

Liðkappingarnar endaðu annars soleiðis:

1. Deild:
1. Billardfelag Fuglafjarðar
2. Tvøroyrar Billardfelag
3. Klaksvíkar Billardfelag

2.Deild
1. Havnar Billardfelag
2. Havnar Billardfelag
3. Billardfelag Fuglafjarðar

3. Deild
1. Havnar Billardfelag
2. Tvøroyrar Billardfelag
3. Havnar Billardfelag

 

placeholder
placeholder