Fótbóltur

Stórdystur og stórfavorittar í steypakappingini

B36 tekur fyri aðru ferð uppá fýra dagar ímóti KÍ; serliga Víkingur og HB eru stórfavorittar í dagsins fjórðingsfinalum.

Formsterka KÍ og formsterki Jóannes Bjartalíð eru aftur á vitjan í Gundadali í dag(Mynd: Sverri Eghom/Savnsmynd)

Formsterka KÍ og formsterki Jóannes Bjartalíð eru aftur á vitjan í Gundadali í dag(Mynd: Sverri Eghom/Savnsmynd)

2019-04-22 09:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Páskini byrjaðu við 6. umfari í Betrideildini, og tey enda við fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. Í dag skal greiða fáast á, hvørji lið skulu spæla í hálvfinalunum. 

1/4-finalurnar: 
14.00: B36 - KÍ 

15.00: Skála - TB
          Víkingur - B68

16.00: HB - B71


Steypadagurin byrjar við tí á pappírinum mest spennandi dystinum, tá nummar eitt og nummar trý í Betrideildeini hittast í Gundadali. B36 og KÍ leiktu eisini har Skírisdag, og tá vann KÍ 3-0 og legði seg á odda í landskappingini. Nú er tað hálvfinalupláss í steypakappingini, sum er uppá spæl millum liðini, ið helst fara at spæla ein tættan dyst. B36 roynir at verja steypið, ið liðið vann í fjør. Hjá Jákupi á Borg eru leikarar á veg aftur frá skaða, men tað er óvist hvussu stóran leiklut millum annað Lukasz og Michal fáa í dag. Hjá KÍ er Patrik Johannesen tøkur aftur - hann hevði leikbann hósdagin. 

Í Eysturoynni eru heimaliðini favorittar. Serliga er tað gamla steypaliðið Vìkingur, ið spælir Eysturoyaruppgerð móti B68 úr 1. deild. Toftamenn skulu gera ógvuliga nógv rætt, og Víkingur skal hava ein ringan dag, um uppgerðin skal gerast spennandi. í 2017 hittust liðini í 1. umfari; tá vann Víkingur 6-1. Í 2. umfari í Betrideildini vann Skála 2-0, tá TB vitjaði. Hóast Skála tapti fyri EB/Streymi Undir Mýruhjalla sunnudagin, og TB hevur havt eitt gott kappingarár higartil, so er Skála favorittur undan dagsins dysti. Heimavøllurin og tað at Skála hevur breiðari hóp kann spæla inn í dag. TB kann tó avgjørt gera ein vørr, nú hálvfinalupláss er uppá spæl.  

Seinasta fjórðingsfinalan er helst tann, sum er mest "Dávid móti Goliat". Føroyameistararnir í HB taka ímóti nummar átta í 1. deild, B71. Sandoyingar slóu ÍF út á heimavølli í 1. umfari, men hetta er ein heilt onnu uppgáva. HB stríðist fyri at koma aftur í finaluna, og í fjør vann liðið hjá Hemir Guðjónsson 6-0 á B71 í júst fjórðingsfinaluni. B71 var eisini á vitjan í Gundadali í steypakappingini í 2016; tá vann heimaliðið 9-1. 

Vit hava myndir frá júst seinna dystinum í Gundadali og geva eitt yvirlit av degnum. Til ber at fylgja gongdini í dystunum á forsíðu okkara. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder