Hondbóltur

Neistin kann tryggja sær FM á heimavølli í kvøld

Trýst er á H71, sum vitjar hjá Neistanum í fjórðu, og møguliga seinastu, FM-finaluni.

Tróndur Kragesteen og Neistamenn skulu aftur royna at koppa H71 í kvøld(Mynd: jn.fo)

Tróndur Kragesteen og Neistamenn skulu aftur royna at koppa H71 í kvøld(Mynd: jn.fo)

2019-04-22 12:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað líktist einum greiðum H71-sigri fyrstu løtuna, tá hoyvíkingar tóku ímóti Neistanum í triðju FM-finaluni. Heimaliðið førdi við seks málum mitt í fyrra hálvleiki, men so kom Neistin í gongd og vendi dystinum. 

Úrsliti hósdagin hevur við sær, at Neistin er á odda 2-1 eftir tríggjar finalur. Spælt verður upp í trý, so teir í bláum kunnu møguliga lyfta FM-steypið í Høllini á Hálsi í kvøld. 

4. FM-finalan - Høllin á Hálsi
19.00: Neistin - H71

Neistin hevur víst, at liðið hevur nógvar sterkar leikarar og nógvar streingir at spæla uppá. Rasmus Søby og Tróndur Kragesteen eru profilarnir saman við málverjanum Nicholas Satchwell. Høgni Zachariassen vísur eisini aftur og aftur dygd frá vinstra vongi, og hann var toppskjútti við tíggju málum í Hoyvík skírisdag, har Mikkjal Hansen kom inn í málið og eisini fekk ein avgerandi leiklut. Tróndur Mikkelsen, Torkil Hentze og Dánjal Ragnarsson kunnu allir fáa fleiri mál frá vinstra bakkinum, og Dánjal hevur eisini gjørt tað gott sum høgri vongur í løtum. Á strikuni eru Pætur Mikkjalson og Rune Olsen dygdargóðir í báðum endum, og Teis Horn Rasmussen er komin innaftur á liðið eftir drúgvan skaða, og ger veruliga mun í verjupartinum. 

Hjá H71 tykist tað at vera ov svingandi, men tað tað koyrir, so sær tað ógvuliga gott út hjá hoyvíkingum. Um Hilmar Leon Jacobsen spælir nógv ella ikki kann gerast avgerandi, og so er tað sjálvandi Peter Krogh: Tvíhendti danin varð skuggaður stóran part av dystinum í Hoyvík, og H71 megnaði ikki at finna eina loysn fyri hetta. Verjuparturin hjá H71, ið var so sterkur fyrstu løtuna hósdagin og størsta partin av finalu nummar tvey, skal koma upp at koyra í kvøld. Sonni Larsen skal finna nakrar loysnir, og H71 vísti í finaluni í Stórhøllini í aðru finaluni, hvat liðið kann við níggju-máls sigri. 

Nógv er uppá spæl, og tað kann gerast ógvuliga tætt og spennandi. Um H71 megnar at vinna verður ein fimta og avgerandi finala í Hoyvíkshøllini leygardagin.

Vit hava myndir og samandrátt frá finaluni í kvøld; dysturin kann stroymast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.    

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder