Annað

Riwal-súkklarar nøgdir við at fáa eitt triðjapláss

Torkil Veyhe fekk trupulleikar við súkkluni og endaði nr. 57 í Tro-Bro Léon í Bretagne í dag.

Stórur partur av kappingini í dag varð súkklaður á grúsvegum

Stórur partur av kappingini í dag varð súkklaður á grúsvegum

2019-04-22 18:58 Author image
Ingi Samuelsen

Føroyski súkklarin Torkil Veyhe hevði aftur ein harðan dag á norðurfronsku vegunum í dag. Hesafer luttók hann og súkklulið hansara, Riwal Readynez, í kappingini Tro-Bro Léon, 205 kilometrar millum býirnar Pouguerneau og Lannilis í Bretagne.

Tað serliga við hesi kappingini, eisini kallað bretonska Paris-Roubaix, er, at ein stórur partur av teininum verður súkklaður á óasfalteraðum skógarvegum og grússtrekkjum.

Hóast Torkil Veyhe endaði á 57. plássi í dag, 3 minuttir og 48 eftir vinnaran, so er hann væl nøgdur við dagin. Hetta tí, at liðfelagin, Emil Vinjebo, hevði ein góðan dag, var við at spurta um sigurin, og kom á sigurspallin við at gerast nummar trý.

- Hetta var ein superkapping, har vit koyrdu sera væl. Ein okkara, Kim Magnusson, kom við ein bólk, sum slapp avstað tíðliga í kappingina. Vit brúktu Mathias Jørgensen og Tobias Kongstad til at halda okkum frammi – slíkt hevur týdning, tá súkklað verður á grúsvegum.

- Eg treivst væl í dag, og skuldi halda meg frammi móti endan av kappingini. Emil Vinjebo slapp avstað við einum lítlum bólki, og eg var á veg frameftir eisini, men varð koyrdur innaftur.

- Seinastu 20 kilometrarnar hevði eg trupulleikar við súkkluni, og varð tí settur eitt sindur aftur, greiðir Torkil Veyhe frá.

Italiumaðurin Andrea Vendrame gjørdist vinnari, tá hann vann spurtin framman fyri Baptiste Planckeart og Emil Vinjebo. Andreas Stockbro hjá Riwal kom inn sum nummar 13, ið eisini verður mett sum eitt gott úrslit.

Bert 88 av teimum 134 súkklarunum, sum vóru við í dag, vunnu allan vegin á mál.

Torkil Veyhe leggur nú leiðina aftur til Danmarkar eftir nakrar harðar dagar í Belgia, Hollandi og Norðurfraklandi. Leygardagin skal hann súkkla eina kapping í Herning, og síðan gongur leiðin til Onglands fyri at vera við í Tour de Yorkshire, ið er ein fýra-daga kapping frá hósdegnum 2. til sunnudagin 5. mai. 

placeholder
placeholder